Ongi úrslit

Vatn fossaði inn í Kastrup Lufthavn

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Stórar nøgdir av vatni fossaðu í gjár inn í fráferðarhøllina í Kastrup Lufthavn, tá vatn streymdi niður úr loftinum í einum parti av farstøðini.

Upptøkur frá staðnum vísa, hvussu vatnið fossar niður sum ein lítil fossur, meðan ferðafólk og starvsfólk royna at sleppa fram.

Orsøkin til vatnlekan er staðfest. Sambært samskiftisstjóranum í Kastrup Lufthavn, Lise Agerley Kürstein, stavaðu stóru vatnmongdurnar frá, at rent var á eitt sprinklerør í sambandi við byggiarbeiði í nýggju farstøðini hjá lufthavnini.

Starvsfólk komu skjótt á staðið at sperra økið av og fóru undir uppturking og upprudding. Samstundis var arbeitt við at steðga vatnlekanum og avmarka skaðarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

10 tímar síðan