Vatnstøðan við Føroyar er hækkað 10 sentimetrar seinastu 30 árini. Fram ímóti ár 2100 verður hon væntandi 38 til 68 sentimetrar hægri enn í dag.
Hetta er ein av greiðastu ávaringunum í samanumtøkuni frá Veðurlagsdegnum 2026, sum varð hildin í Kongshøll í Tórshavn. Evnið var verandi og væntandi ávirkan av veðurlagsbroytingum í Føroyum.
Fyriskipararnir mæla nú til, at landið orðar eina landsætlan fyri, hvussu Føroyar skulu laga seg til veðurlagsbroytingar. Eisini verður mælt til, at land og kommunur gera langskygdar váðametingar, áðrenn bygt ella útbygt verður í økjum fram við sjónum.
Sjóvarhiti broytir lívið í havinum
Veðurlagsbroytingarnar síggjast eisini í føroyskum sjóøki. Sjóvarhitin kring Føroyar er øktur umleið eitt stig síðan 1910-árini.
Tað hevur longu havt avleiðingar. Toskur í norðara økinum á føroyska landgrunninum er fluttur eystureftir í kaldari sjógv og gýtir nú umleið ein mánað fyrr enn áður. Kanningar benda eisini á, at nebbasild kann vera nær við sítt ovara hitamark.
Regnið verður ógvusligari
Framløgan um regn í Norðuratlantiska økinum vísti, at tað ikki neyðturviliga regnar oftari við Føroyar. Men tá ið tað regnar, regnar tað meira.
Veðrið í 2025 var eisini sermerkt. Samanborið við nýggjasta klimanormalin var árið lutfalsliga lýtt, turt og stilt.
Samanumtøkan endar við einum greiðum boðskapi: Føroyar hava tørv á betri dátum, longri tíðarrøðum og einum føroyskum veðurlagsatlasi, um samfelagið skal kunna taka rættar avgerðir í tøkum tíma.