Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt ælið. Seint í kvøld og í nátt frískt lot til frsíkan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 9 til 13 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað, tám og driv ella ælaveður. Út á náttina samdrigið og regn. Hitin 9 til 13 stig.

Leygardagin

Fyrst frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin slítur í og gongur upp í vestan, tó sum frá líður okkurt ælið og út á kvøldið hækkar hann í útnyrðing. Út á náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 12 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður vaksandi til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot millum norðan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi til lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður lækkandi í sunnan. Skýggjað og támut, í støðum mjørki. Hitin 9 til 13 stig

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

22 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17