Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lot til frískt lot av landsynningi, seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, seinnapartin stundum regn, og í støðum mjørki og driv. Hitin 8 til 12 stig, í støðum undan ættini upp í 14 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Seinnapartin hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Seinnapartin minkar niður í lítið lot og hann gongur upp í norðan og út á náttina lækkar niður í eystan, minni enn 5 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Fyrrapartin veksandi til frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður ella regn. Umkvøldið minkar til lot til fríkt lot og lækkar niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggja og ælaveður, men sum frálíður skiftandi skýloft. Hitin 8 til 12 stig.
Veðurstova Føroya