Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
1. sepember kl. 13:47

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Sum frá líður seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig, í nátt niður í 5 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Út á fyrrapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt; móti morgni regn. Hitin 6 til 10 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin

Fyrst frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um kvøldið frískt lot upp í frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind til strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hitin 9 til 13 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Sunnudagin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06