Ongi úrslit

Veðrið

© Privat
Jóhanna Højgaard
4. august kl. 14:33

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, onkur sólglotti og okkurt ælið. Í kvøld skýggjað og yvirhøvur turt, í nátt okkurt ælið. Eitt skiftið sunnanfyri upp í frískan vind, 10 m/s. Hitin 5 til 10 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Um náttina lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.

Hósdagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Hitin 10 til 13 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn. Um kvøldið av útsynningi og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og regn, stundum grovt regn. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og samregn, sum frá líður hálvskýggjað, ælaveður og onkur sólglotti. Hitin 8 til 12 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Um náttina lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 7 til 13 stig.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39