Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin hækkar í vestan. Skýggjað við sólglottum og onkur æl, í støðum mjørki. Í kvøld og í nátt hækkar hann víðari í útnyrðing. Hitin 10 til 15 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 7 til 12 stig.

Sunnudagin

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið lækkar hann í eystan. Hitin 7 til 12 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina fer at regna. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin

Frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið fer hann í sunnan og minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og um náttina hækkar hann upp í landnyrðing. Skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 8 til 13 stig.

Veðurstova Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

12 tímar síðan

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03