Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, sólglottar og einstøk æl, í støðum mjørki. Hitin 9 til 14 stig.
Hósdagin
3 til 8 m/s av útsynningi. Skýggjað ella hálvskýggjað, sólglottar og einstøk æl, í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Seinnapartin minkar niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Um kvøldið lækkar hann í landsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður, um kvøldið fer at regna. Hitin 9 til 14 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind vestan og av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, men sum frá líður skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.