Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, mest norðanfyri, ella hálvskýggjað, og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, yvirhøvur turt, tó har ættin liggur at landi møguliga okkurt ælið. Í kvøld og í nátt lot til frískt lot av útnyrðingi, móti morgni í morgin gongur hann upp í norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað, og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Týsdagin
Fyrrapartin minkar niður í lítið lot norðan, og sum frálíður lækkar niður í eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin so líðandi til frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina, og sum frá líður ælaveður ella regn. Um kvøldið minkar aftur sum frálíður til lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Út á náttina lækkar niður í landsynning, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin
Fyrrapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, vestanfyri upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið, møgulig onkur sólglotti. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingini, sum frálíður lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frálíður lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft, ælaveður, og í støðum møguliga mjørki. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, men út á fyrrapartin samdrigið, ælaveður ella regn. Út á kvøldið frískt lot til frískan vind av útnyrðing, skiftandi skýloft og ælvður. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.