Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og einstøk æl. Í kvøld smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.

Mikudagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, sum frá líður sunnan. Seinnapartin hækkar hann í eystan og veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, út á seinnapartin og kvøldið fer at regna. Um náttina fer hann vesturum til vestan. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin

Frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin lækkar í útsynning. Skýggjað við sólglottum og fyrst regn, men sum frá líður ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Um kvøldið hækkar hann í útnyrðing. Samdrigið og regn, men sum frá líður skiftandi skýloft og møguliga okkurt æl. Hitin 8 til 13 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Út á seinnapartin minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og møguliga okkurt æl. Hitin 7 til 12 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 10:00