Ongi úrslit

Veðrið á Fjarðastevnu

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Frískt til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað, támut og driv ella ælaveður, í støðum regn. Út á náttina samdrigið og samregn.

Leygardagin

Fyrst frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, tó sum frá líður slítur í og klárnar og sólin kagar fram. Móti kvøldinum hækkar hann í útnyrðing og minkar niður í lot, minni enn 5 m/s. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður vaksandi til frískt lot upp í frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot millum norðan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi til lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður lækkandi í sunnan. Skýggjað og támut, í støðum mjørki og út á kvøldið regn. Hitin 9 til 13 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið, támut og driv ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Veðurstova Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17