Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Í støðum smáskýggjað, sól, og yvirhøvur turt, men nógva staðir mjørki og tám. Sum frálíður eitt sindur klárari, mest eystanfyri, men nógva staðir framvegis lágt skýloft ella mjørki. Hitin 12 til 15 stig, í støðum upp í 18 stig. Í nátt lot til frískt lot av útnyrðingini, 3 til 8 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, møguliga mjørki, men í støðum, mest undan ættini, smáskýggjað ella klárt. Hitin í nátt millum 8 og 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og turt, í støðum mjørki. Um kvøldið og náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin um dagin 11 til 16 stig, um náttina niður í 7 stig.
Leygardagin
Lítið lot norðan, sum út á dagin lækkar niður í vestan og um kvøldið niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lítið lot av útsynningi, sum út á dagin hækkar upp í útnyrðing, minni enn 5 m/s. Skýggjað og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin um dagin 12 til 16 stig, um náttina 9 til 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skyggjað og sólglottar, í støðum tám ella mjørki. Hitin 11 til 16 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skyggjað og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.
Veðurstova Føroya