Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum mjørki og okkurt ælið, mest norðanfyri. Móti kvøldinum minkar hann vindin niður í lot, minni enn 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig, í nátt niður í 6 stig.
Sunnudagin
Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið lækkar hann í landnyrðing. Hitin 8 til 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men út á kvøldið dregur á luftina og út á náttina regn sunnaneftir. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.
Veðurstova Føroya