Ongi úrslit

Veðurtíðindini á flogvøllinum verða ikki føroysk enn á sinni

Hesir báðir mugu dúva upp á donsku veðurtænastuna í rúma tíð afturat
Áki Bertholdsen
10 minuttir síðan

Síðani vit fingu Veðurstovu Føroya hava politikarar hevur onkuntíð verið tosað um, at hon átti at hon átti ikki at verið í Havn, men á flogvøllinum, og so kundi hon eisini havt veðurtíðindi í sambandi við flogferðsluna.

Men tað verður ikki enn á sinni at vit fáa eina flogveðurtænastuni.

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri nsta ár, staðfestir Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini til endamálið.

Men tað er eisini lættari sagt enn gjørt tí fyri at lúka krøvini at kunna bjóða seg fram hjá Trafikstyrelsen at veita flogveðurtænastu, verður tørvur á at førleikamenna seks fólk til at manna uppgávuna.

Tilgongdin at skipa flogveðurtænastuna verður mett at taka tvey ár. – Loftferðslumál eru ikki føroyskt málsøki, og tí krevst eisini, at Trafikstyrelsen, sum er myndugleikin á økinum, tekur undir við at lata Veðurstovu Føroya taka hesa uppgávuna, sigur landsstýrismaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10