Vegakervið kring um í landinum er væl útbygt, men tað er illa hildið - og støðan versnar í stórum.
Tað verður enn einaferð staðfest, nú Grímur Sundstein, løgtingmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu støðan er á vegakervinum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at føroyar hava eitt sera væl útbygt veganet infrakervi.
– Stórar íløgur verða gjørdar í vegir, tunlar, brýr, havnir og annað, men samstundis lækka játtanirnar til at halda alt viðlíka.
– Áhugin at byggja er stórur, men tess minni at viðlíkhalda, staðfestir hann.
Hann staðfestir, at í Samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 - 2030 verður mett, at eftirsleipið er 375 milliónir krónur.
Tað merkir, at vegakervið er so forfallið, at 375 milliónir skulu brúkast, bara fyri at fáa alt í stand aftur.
Av hesum er eftirsleipið í tunlum 150 milliónir krónur. Harumframt skulu 25 milliónir brúkast til brúgvar, vit skulu asfaltera fyri 100 milliónir og eftirsleipið innan bilverjur, vegjaðarar, veitir, dren, skeltir og annað, er eisini umleið 100 milliónir.
Nú verður farið undir at gera eina nýggja og neyva støðumeting av viðlíkahaldi og eftirsleipi. Men fyribils metingarnar eru greiðar, sigur Jacob Vestergaard, og tær eru, at støðan bara stendur við og versnar.
– Tað kann staðfestast, at eftirsleipið er vaksið, sigur hann.
Innan tunlar verður eftirsleipið nú mett at vera 250 milliónir, ella 100 milliónir størri. Metingar hjá Landsverki vísa eisini, at umleið 100 kilometrar av landsvegi hava átrokandi tørv á asfaltering.
Tað kostar einar tvær milliónir fyri kilometurin, so tilsamanss kostar hendan asfalteringin umleið 200 milliónir. Men játtanin til asfaltering er bara 12 milliónir í ár, so tað røkkur bara til at asfaltera einar seks kilometrar.
– Tað eru 249 brýr í Føroyum, og 20 teirra eru í sera ringum standi. Her skal viðmerkjast, at farið verður undir at høvuðsumvæla Brúnna um Streymin í ár, og Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði verður gjørd av nýggjum, sigur Landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tilsamans svarar játtanin til Landsverk til umleið 125 krónir fyri hvønn metur av vegi um árið. Í grannalondum okkara er játtanin munandi hægri.
Í Ísland svarar játtanin til 350 krónur fyri hvønn metur av vegi og í Danmark og Noregi svarar játtanin til 500 - 600 krónur fyri hvønn metur av vegi.
Jacob Vestergaard sigur, at í fyrsta lagi verður neyðugt at Landsverk fær eina serstaka játtan fyri at fáa bilbukt við eftirsleipinum og fyri at steðga forfallinum.
Harumframt verður tað neyðugt at hækka vanligu játtanirnar til at halda landsvegirnar, bæði vegir, tunlar, brýr og byrgingar.
– Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at fáa eina breiða semju um at leggja størri dent á hetta hesi næstu árini, sigur Jacob Vestergaard.
Ein møguleiki er at leggja eina beinleiðis lóg um hetta fyri Løgtingið, leggur hann afturat.