Danski herurin arbeiðir nú við at gera venjingina Arctic Endurance til eina fasta og skipaða venjingarskipan í Grønlandi.
Tað sigur oberst Jesper Møller-Pedersen, sum er chef for Operations- og Uddannelsesdivisionen í Hærkommandoen, í samrøðu við danska starvsfólkablaðið Honnør. Greinin er endurgivin av Forsvaret.
Hann leggur dent á, at alt virksemi hjá herinum í Grønlandi verður gjørt í samstarvi við Arktisk Kommando, sum hevur ábyrgdina av uppgávuni. Herurin stuðlar Arktisk Kommando.
Betri útgerð og nýggj høli
Herurin arbeiðir nú við at útvega meira vetrarútgerð og betri venjingarøki. Eisini skulu høli gerast til venjingarliðini í bæði Kangerlussuaq og Nuuk.
Ætlanin er, at hølini skulu kunna takast í nýtslu so skjótt sum gjørligt. Vónin er, at tey verða klár fyri komandi vetur.
Jesper Møller-Pedersen sigur, at hermenninir sum heild eru væl útgjørdir. Men royndirnar úr Grønlandi hava víst, at kuldin kann vera so harður, at tørvur kann verða á at skifta ella bøta um einstakar partar av útgerðini.
Norðurlendskt samstarv heldur fram
Sambært Jesper Møller-Pedersen eru nógvir hermenn motiveraðir at luttaka í venjingum í Grønlandi. Herurin hevur longu gjørt eina ætlan fyri venjingarluttøkuna í 2026, og fyribils hava regimentini ikki havt stórar trupulleikar við at manna venjingarliðini.
Samstarvið við hini norðurlondini heldur eisini fram. Danmark brúkar millum annað vetrarskeið í Noregi og Svøríki, og møguleiki er fyri, at norðurlendskir instruktørar eisini verða knýttir at venjingum í Grønlandi.
Málið er harumframt at fáa donsku vetrarvenjingina í Grønlandi staðfesta sum NATO-útbúgving.