Mat- og tilfeingishúsið skipaði saman við Fróðskaparsetri Føroya og iNOVA fyri verkstovu 11. juni um burðardygga menning av mat- og tilfeingisøkinum í Føroyum.
Food & Bio Cluster Føroyar er hugsað sum ein landsfevnandi samstarvspallur fyri nýskapan, menning og virðisskapan, har føroyskt tilfeingi er í miðdeplinum.
Ætlanin er, at Food & Bio Cluster Føroyar skal savna fyritøkur, framleiðarar, granskingarumhvørvi, útbúgvingarstovnar, íverksetarar, myndugleikar og aðrar áhugapartar, sum vilja vera við til at menna føroyska mat- og tilfeingisøkið.
Nógv fólk úr ymiskum vinnugreinum, stovnum og fyritøkum luttóku á verkstovuni. Dentur varð lagdur á at styrkja samstarvið um at gagnnýta føroyska náttúrutilfeingið betur, fremja nýskapan, menna staðbundna framleiðslu og økja um føroyskt matsjálvbjargni. Dagurin eydnaðist væl, og nógv hugskot og møguleikar fyri framtíðar menning av mat- og tilfeingisøkinum í Føroyum vórðu umrødd.
“Hetta er byrjanin til eitt breitt samstarv um framtíðar menning av føroyskari matframleiðslu og betri gagnnýtslu av føroyskum tilfeingi”, sigur Drós í Ólavsstovu, ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum. Hon leggur afturat, at ætlanin er at skipa fyri fleiri verkstovum og tiltøkum, har arbeiðið kann mennast víðari í samstarvi við vinnu, granskingarumhvørvi og myndugleikar.
Meira kunning um arbeiðið hjá Food & Bio Cluster Føroyar og komandi tiltøk verður kunngjørd eftir summarfrítíðina.
Áhugað, sum vilja vera við í hesum arbeiði ella fáa meira kunning, eru vælkomin at seta seg í samband við Mat- og tilfeingishúsið á telefon 556068 - email: drosi@mathusid.fo – heimasíða: mathusid.fo