Ongi úrslit

Vestmanna: Tíggju ókeypis konsertir seta dám á jólini

Tíggju konsertir og tónleikaframførslur verða í Vestmanna um jólini. Øll, sum framføra, eru úr Vestmanna ella búgva í bygdini. Tiltøkini eru ókeypis.

© Vestmanna kommuna.
Tíggju ókeypis konsertir og framførslur verða í Vestmanna um jólini. Á skránni eru tónleikarar, kór og ung úr bygdini.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Vestmanna kommuna hevur lagt eina fjølbroytta tónleikaskrá fyri jólini. Á skránni eru bæði kendir tónleikarar, kór og ungir tónleikarar.

Fyrsta tiltakið verður 22. november, tá jólatræið verður tendrað. Vestmanna Barnakór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór fara at syngja og spæla.

Í ár verður kjallarin í Johnsa handli á fyrsta sinni brúktur til konsertir.

Hóskvøldið 26. november framføra Martin Joensen og Maria á Heygum. Hóskvøldið 10. desember verða Hans Andrias Jacobsen og Jasmin Mote, betur kend sum jazzygold, á skránni.

Konsertirnar verða í kjallaranum og í Vektarbúðini.

Vestmanna Kirkjukór og Vestmanna Sangkór fara eisini at hava konsertir. Vágakórið verður gestur hjá Vestmanna Sangkóri.

Mánakvøldið 7. desember fara Lea Kampmann og trý vinfólk at framføra í Vestmanna kirkju.

Í ungdómshúsinum Staðnum fara børn og ung at framføra sín egna tónleik 17. desember.

Allar konsertirnar eru ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27