Ongi úrslit

Vestmannadagar 2026: Fimm dagar við konsert, laksi og nýggjum tiltøkum

Vestmannadagarnir verða 2.–6. september við felags morgunmati, laksi, stórari konsert og fleiri nýggjum tiltøkum.

Edmund Jacobsen
5. august kl. 11:30

Árligu Vestmannadagarnir verða í ár frá mikudegnum 2. september til og við sunnudagin 6. september.

Vestmanna kommuna boðar frá, at dagarnir verða á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru. Tiltøkini verða ætlað fólki í øllum aldri og við ymiskum áhugamálum.

Væl umtókt tiltøk verða aftur

Fleiri siðbundin og væl umtókt tiltøk verða aftur í ár. Teirra millum eru felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið.

Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk á skránni.

Skráin kemur í næstum

Fullfíggjaða skráin er ikki kunngjørd enn, men sambært kommununi verður hon løgd fram í næstum.

Tey, sum hava eitt tiltak, ið tey ynskja at fáa við á skránna, kunnu seta seg í samband við Vestmanna kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39