Viðareiðis kommuna hevur einmælt samtykt at krevja tænastugjald fyri øll býli, har eingin er skrásettur at búgva. Gjaldið verður kravt, óansæð um eigarin býr í kommununi ella aðrastaðni.
Árliga gjaldið verður 7.945 krónur og skal rindast í tveimum gjøldum á 3.972,50 krónur, í juni og desember, ljóðar tað frá Viðareiðis kommunu.
Gjaldið fevnir um vatnveiting, kloakk, burturbeining av húsarhaldsruski og brunatilbúgving.
Sambært útrokningum hjá kommununi kostar tað í miðal 10.448 krónur um árið at veita hesar tænastur fyri hvørt býli.
Gjaldið verður tó sett til 7.945 krónur, sum er lógarásetta hámarkið fyri 2026.
Avgerðin varð tikin á bygdarráðsfundi 9. juni 2026 og byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum rætt til at krevja gjald fyri tóm býli.