Ongi úrslit

Video: Ógvusligur eldur legði gamla bygningin hjá MEST í oyði

Dimmalætting var á staðnum og filmaði, meðan eldurin oyðilegði gamla bygningin hjá MEST á Skála. Trolarin Stelkur slapp undan skaða.

Edmund Jacobsen
16 minuttir síðan

Eldurin á skipasmiðjuni á Skála oyðilegði ein umleið 100 ára gamlan bygning. Dimmalætting var á staðnum og filmaði, meðan sløkkiliðið stríddist við logarnar.

Høgir logar og tjúkkur roykur stóðu upp úr gamla træbygninginum hjá MEST á Skála mikudagin 18. november. Dimmalætting var á staðnum og filmaði eldsbrunan.
Eldurin kyknaði umleið klokkan 17.30 og breiddi seg skjótt. Trolarin Stelkur stóð á beding beint við brennandi bygningin, men slapp undan skaða.
Sløkkiliðið stríddist í fleiri tímar við logarnar. Løgreglan ávaraði íbúgvarnar um møguliga eitrandi royk og heitti á fólk um at lata vindeyguni aftur.
Umleið 100 ára gamli bygningurin er fullkomiliga oyðilagdur. Nógv amboð, tilfar og útgerð fóru fyri skeytið.
– Húsið er útbrent og ónýtiligt. Har er ikki nógv eftir, segði Mouritz Mohr, stjóri í MEST, við Kringvarpið.
Eingin fólkaskaði hendi.
Eldurin varð sløktur umleið klokkan 22.30, men sløkkiliðið helt fram við sløkkingararbeiðinum alla náttina.
Orsøkin til eldin er enn ókend.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

7 tímar síðan

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27