Ongi úrslit

Víkingur ella HB ella NSÍ eiga besta spælaran

Tríggir spælarar eru í uppskoti at vera besti spælarin í juni og juli

Aron Benjaminsen, Víkingur, Mathias Voss, HB og Petur Knudsen, NSÍ - Mynd: vikingur.fo/hb.fo/nsi.fo
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
4 tímar síðan

Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli. Teir tilnevndu eru Aron Benjaminsen, Mathias Voss og Petur Knudsen?

Eftir steðg í ein lítlan mánað, fer bólturin í MeistaraDeildini hjá monnum á rull aftur, tá B36 og AB bresta saman í ársins ólavsøkudysti, sum verður á Ovara vølli í Gundadali ólavsøkuaftan klokkan 19:00.

Samstundis er tíðin komin til at velja besta spælara í juni og juli mánaði.

Teir tilnevndu eru Aron Benjaminsen úr Víkingi, Mathias Voss úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ.

Allir tríggir hava staðið seg avbera væl og víst framúr avrik seinastu vikurnar, og eru tí í uppskoti til heiðurin.

Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til fríggjadagin 31. juli á midnátt.

Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Leirvíkstunnilin stongdur

22. juli kl. 14:43