Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, stendur, at yvir 10 milliónir skulu sparast á almannaøkinum.
Tað staðfestir Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi.
Og nú vil hann hava Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, at greiða frá, hvussu hesar sparingar fara at raka tey, sum fáa hjálp frá Almannaverkinum, bæði hvussu tað fer at ávirka tænastur og bíðilistar.
Hann vil eisini hava hana at greiða frá, hvussu nógv størv verða spard burtur, niðurløgd, ikki sett aftur, ella avmarkað.
Lansstýriskvinnan skal svara spurningunum áðrenn vit koma til hálvan novembur.