Tað eru dømi um, at eingin bussur hjá Bygdaleiðir koyrir vestur á flogvøllin til fráferðir hjá flogfør hjá Atlantsflogi.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og tí hevur hon spurt landsstýrismannin í samferðslumannin, Jacob Vestergaard, hvussu verða ferðaætlanin hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum eru lagdar fyri at tryggja góðan samanhang millum bussar, ferjur og flogferðsluna hjá Atlantsflogi.
Hon vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, um tørvur er á ábótum og hvørji stig hann ætlar at taka fyri at samskipa ferðaætlanina betri.
– Fyri nógv fólk er almenna ferðasambandið ein fortreyt fyri, at tey kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til frítíðarvirksemi, til læknaviðtalu og onnur ørindi, sigur hon.
Tá ið vit tosa um almenna ferðasambandið, eigur ferðin hjá brúkaranum at vera í miðdeplinum og tí skal talan vera um eina samanhangandi verðaætlan.
Byrjar ferðin við bussi, heldur fram við ferju og síðani við bussi til Vága Floghavn, er hetta ein og sama ferð hjá teimum sum ferðast.
– Tí er tað viðkomandi at hyggja at samanhanginum millum ferðaætlanirnar hjá SSL og flogferðsluna.
– Bussambandið til flogvøllin er ein týðandi partur av ferðini hjá teimum, sum skulu flúgva. Kortini er er eingin bussur av farstøðini í Havn til onkrar ferðir, eitt nú til føstu, og nógv brúktu, fráferðina klokkan 8.20.
– Ferðaætlanirnar kunnu ikki hóska til allar ferðir. Men Í okkara lítla samfelag eigur tað at vera lætt at samskipa tær soleiðis, at fleiri kunnu brúka almenna ferðasambandið allan vegin til og frá flogvøllinum, sigur Súsanna Bertholdsen.