Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, er sunnudagin í Kyiv saman við leiðarum úr hinum norðurlendsku og baltisku londunum.
Vitjanin kemur eftir fleiri vikum við umfatandi russiskum álopum við, millum annað, ballistiskum rakettum og dronum.
Sambært Frederiksen kann Vesturheimurin veita Ukraina meira loftverju, um politiski viljin er til staðar.
-Um vit ikki gera tað, so fer Ukraina at hyggja inn í ein vetur, har russar fara at smildra sundur frá hond, eisini við ballistiskum rakettum, og drepa eina rúgvu av fólki. Hetta sigur hon við TV 2.
Loftverja er eitt høvuðsevni undir vitjanini, har leiðararnir skulu hitta forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og umrøða framhaldandi hernaðarligan stuðul.
Frederiksen heldur, at Russland roynir at troytta Ukraina og Vesturheimin, og hon leggur tí dent á tørvin á framhaldandi og øktum stuðli.