Vilhelm Poulsen heldur, at liðið blívur bara betur og betur
Vilhelm Poulsen var ein sannur brandur í føroysku verjuni í dystinum ímóti Bosnia-Hersegovina í kvøld.
Hann var glaður um, at tað lukkaðist liðnum at manna seg upp í seinna hálvleiki og vinna dystin.
– Fyrri hálvleikur var ikki nóg góður hjá okkum. Vit skoraðu ov fá mál, og vit vardu ikki nóg væl, og av tí sama fekk málmaðurin ov lítla hjálp. Vit fingu rættað tað til seinna hálvleik. Vit fóru longur fram við verjuni, og so gekk tað, segði Vilhelm Poulsen.
– Tá ið vit spæla á heimavølli her við Tjarnir, fáa vit sera góðan stuðul frá áskoðarunum, og tað er eisini við til at bera okkum í kvøld.
Vilhelm Poulsen er bjartskygdur um framtíðina hjá manslandsliðnum í hondbólti.
– Liðið er ungt, vit hava nógvar góðar hondbóltsspælarar, og vt blíva bara betur og betur. Vit kunnu koma langt við hesum liðnum, segði hann.