Ongi úrslit

Vilja avmarka talið á landsstýrisfólkum við lóg

Framyvir skulu bara seks sita á fremsta bonki
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Nógv hava bíðað í spenningi eftir hesum degi, men nú er hann her: Nýskipanarnevndin hjá landsstýrinum er komin við nýggjum tilmælum um at, hvussu sparingar kunnu fremjast í almenna rakstrinum.

Tað fyrsta tilmælið er at Landsstýrið setir upprunaliga tilmæli í verk um, at tað skulu bara vera fimm landsstýrisfólk afturat løgmanni. Og tey mæla til at tað skal beinleiðis gerast við lóg.

Tað var tilmælið hjá tí fyrru nýskipanarnevndini, sum Aksel V. Johannesen, sum var løgmaður í farna valskeiði, setti við Ben Arabo, sum formanni.

At gera tað beinleiðis við lóg er kanska einasti máti, tí, í øllum førum sóu vit tað, at Ben Arabo, sum formaður í nevndini, sum mælti til áseta tað til seks, og Aksel V. Johannesen, sum setti tilmæli í verk - vóru eisini teir fyrstu til at víkja frá tí aftur tá ið verandi samgonga varð skipað, tí nú eru sjey landsstýrisfólk.

Orsøkin til tað er, at tá ið samgongur verða skipaðar, er talið á landsstýrisfólkum eisini ein kabal, sum skal fáast at ganga upp.

Tí hevur talið á aðalráðum verið skiftandi, og málsøki eru flutt aftur og fram, eftir hvørt val tí tað hevur verið ein partur av samgongusamráðingum, staðfestir nýskipanarnevndin.

Tey halda, at hetta er óheppið og elvir til órógv, meirkostnað, vitanarmiss og óstøðug viðurskifti, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum - og minni fæst burturúr, meðan broytingarnar fara fram.

Tí mæla tey til, at frá næsta løgtingsvali skulu tað, í mesta lagi - vera seks aðalráð, og tá er løgmaður taldur við.

Og hetta skal tryggjast við at broyta sjálva stýrisskipanarlógin, so at tað ikki skal bera til at víkja frá tí.

– Endamálið er ikki bara at hava færri aðalráð, men eisini at fáa eina støðugari fyrisiting við greiðari ábyrgd, sigur nýskipanarnevndin.

– Broytingin miðar ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet, eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri støðufesti, sigur nevndin.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14