Ongi úrslit

Vilja avtaka einkarrættin hjá Rúsuni at selja rúsdrekka

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Matstovur, skeinkistøð, og annars tey, sum hava skeinkiloyvi, skulu sleppa at innflyta sítt egna rúsdrekka - uttan um Rúsuna.

Tað halda tey í Framsókn og tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta.

Tað merkir, at Rúsan skal missa einkarrættin, hon hevur upp á at innlyta og selja rúsdrekka. Upprunaliga endamálið við Rúsuni var, at øll søla av øli, víni og rúsdrekka, skuldi vera ígjøgnum hana. Tað var fyri at tálma nýtsluni og eisini fyri at hava alt samlað á einum staði.

Men síðani misti Rúsan einkarrættin til at selja øl upp til 5,8 prosent, tí tað kunnu bryggjaríini nú selja í sínum egnu sølubúðum. Somuleiðis kunnu bryggjarí selja sterkt rúsdrekka, men bara í sambandi við vitjanir á bryggjarínum.

Men nú vil Framsókn eisini strika einkarrættin hjá Rúsuni til at innflyta selja rúsdrekka sum heild. Tí vilja tey hava løgtingið at samtykkja, at tey, sum hava skeinkiloyvi, skulu sleppa at innflyta sítt egna rúsdrekka, uttan um Rúsuna.

Ferðavinnan og matstovuvinnan hevur sóknast eftir at kunna innflyta rúsdrekka beinleiðis, siga tey bæði tingfólkini fyri Framsókn, Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang.

Tey siga, at ein slík heimild fer at gera tað lættari hjá vinnuni at veita kundum og ferðafólki eina betri tænastu.

Somuleiðis skjóta tey upp at loyva føroyskum rúsdrekkaframleiðarum at selja beinleiðis til matstovur, so at lógin ikki ger tað tvørligari at keypa frá føroyskum enn frá útlendskum framleiðarum.

Tingfólkini halda, at endamálið at tálma nýtsluni verður rokkið eins væl, um einkarrætturin at innflyta og selja rúsdrekka avmarkar seg til brúkaran og ikki umfatar tey, sum hava skeinkiloyvi.

– Tað ávirkar ikki atkomuna og nýtsluna, um Rúsdrekkasøla Landsins, ikki er eitt kravt millumlið, tá ið talan er um sølu til tey, sum hava skeinkiloyvi, siga tey.

Uppskotið er tí ikki avmarkað til øl og vín, men fevnir um rættin hjá matstovuvinnuni at selja rúsdrekka sum heild, uttan um Rúsdrekkasøluna, so vinna og umsiting ikki verða darvað av óneyðugari umsiting.

– Gongdin í rúsdrekkanýtsluni, síðan Rúsdrekkasølan læt upp í 1992, gevur ábending um, at betri góðska og úrval ikki føra til meirnýtslu ella misnýtslu av rúsdrekka, men at betri úrval og góðska eru fremjandi fyri eina hóvligari nýtslu, siga Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang.

Tey skjóta eisini upp, at handlar aftur skulu sleppa at selja spritt, sum ikki er drekkandi, men sum bara er ætlað til reinføri ella tílíkt.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10