Ongi úrslit

Vilja banna ungum undir 18 ár at fara í solarium

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Heilsustýrið vil nú hava Landsstýrið at herða lógina um at brúka solarium.

Í løtuni er tað bannað ungum undir 18 ár at brúka solarium, men tað er bert galdandi á almennum støðum, og sostatt er tað ikki galdandi fyri teir privatu veitararnar.

Tí vil Heilsustýrið nú hava Landsstýrið at banna øllum undir 18 ár at brúka solarium – eisini hjá privatum veitarum.

Heilsustýrið sigur, at tað er væl prógvað, at tað elvir til krabbamein at brúka solarium, og at tað er serliga vandamikið fyri børn og ung. Samstundis verða alsamt fleiri tilburðir av hesum sløgunum av krabbameini.

Tey vísa eisini á, at barnarættindasáttmálin hjá ST áleggur myndugleikum at fyribyrgja, at børn verða sjúk og at minka um heilsuskaðiliga ávirkan.

Tá ið tú brúkar solarium, økist vandin fyri móðurmerkjakrabba og húðkrabba munandi, og tú kanst fáa varandi skaða í eyguni og húðina, og vandin økist, tess yngri tú ert, tá ið tú byrjar at brúka solarium, sigur Heilsustýrið.

Mett verður, at í USA, Evropa og í Avstralia elvir solarium samanlagt til eina hálva millión tilburðir av krabbameini um árið.

Ultraviolett ella UV-stráling kemur í høvuðsheitum frá sólini. Endamálið við solarium er at geva fólki brúna húð skjótt, og tí eru UV-strálurnar munandi sterkari, enn tær frá sólini eru ein hásummardag um okkara leiðir.

Í roynd og veru eru strálurnar frá solarium so sterkar, at tað bara kann samanberast við londum í tropunum beint við ekvator.

Í solarium fært tú harumframt eisini stráling á at kalla allan kroppin samstundis – uttan verju.

Mælt verður annars til, at fólk verja seg við klæðum og sólkremi, og at halda seg í skugganum, og tá ið UV-talið frá sólini er 3 ella hægri, men frá solarium er tað mangan uppi á 12.

Seinastu árini hava mong lond sett tiltøk í verk fyri at avmarka nýtslununa av solariumi, og onkrastaðni er tað beinleiðis bannað.

Eitt nú hava flestu lond í Vesturevropa sett 18 ára aldursmark fyri at fara í solarium.

Sambært Kræftens bekæmpelse í Danmark er UV-stráling orsøk til 90 prosent av øllum tilburðunum av móðurmerkjakrabba og vanligum húðkrabba.

Av tí sama kann sigast, at teir flestu tilburðir kunnu fyribyrgjast við ikki at brúka solarium og annars duga sær hógv í sólini.

Summi siga, at sólin er góð, tí tá fær mann D-vitaminur, og tað hevur stóran týdning fyri heilsuna.

Men kortini verður mælt frá at brúka solarium við tí endamáli at nøkta tørvin á D-vitamin, tí gagnliga ávirkanin vigar ikki upp ímóti teimum skaðiligu avleiðingunum – og tað ber væl til at fáa D-vitaminir aðrastaðni.

Heilsustýrið mælir tí til hesar broytingar og ásetingar í lógini.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

Í gjár kl. 23:20

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

8 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18