Ongi úrslit

Vilja leggja skermin til viks og vera meiri saman

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í flokkurin 8.ÍA, í Skúlanum á Fløtum, vilja tey at øll leggja telefonina frá sær eina løtu og vera saman

– Vit hoyra tað nógv og vit hoyra tað alla tíðina, siga tey: Vit brúka ov nógva tíð á telefonini og framman fyri einum skíggja, og øll gera tað - allatíðina, siga tey.

Tey siga, at soleiðis var tað ikki fyrr. Fyri fáum árum síðani fyltu fartelefonir nógv minni í gerandisdegnum. Men í dag er telefonin altíð við, og aloftast er hon eisini frammi.

– Hyggið rundan um tykkum: Í bussinum hyggja vit í telefon. Í SMS taka vit telefonina fram ímeðan vit standa og bíða. Vit sita saman á Kafé, men hyggja kortini í telefonina. Vit fara enntá til ein fótbóltsdyst at hyggja at dystinum, men tó so endar telefonin ofta í hondini fleiri ferðir, ímeðan dysturin er.

– Telefonin er hent til nógv ymiskt,  men kanska hava vit eisini gloymt, hvussu tað er, bara at vera til staðar, har vit eru - og saman við teimum, vit eru saman við, siga næmingarnir.

– Tað er júst hetta, sum átakið hjá 8.ÍA, »ver saman« skal varpa ljós á.

Í sambandi við, at tey skulu savna pening til eina námsferð, arbeiða tey við eina verkætlan, sum tey kalla »Ver saman -  minni skerm, meira nærvera« , sigur 8. ÍA í skúlanum á Fløtum.

– Vit kundu sjálvandi keypt chips og sodavatn, koyrt tað í ein posa og staðið vakt í SMS og selt lutaseðlar, so onkur kundi vunnið posan, siga tey.

– Men... nei takk, skoyta tey upp í.

Tey vilja heldur brúka høvið til nakað, sum tey halda er meiningsfult.

Saman við flokkslæraranum, Allani Tungá, vilja tey eggja børnum, ungum og vaksnum til at leggja telefonina frá sær og heldur gera okkurt saman: Spæla saman, eta saman, íðka saman. Fara út saman. Uppliva okkurt saman.

Næmingarnir skulu sjálvir arbeiða við verkætlanini. Tey eru býtt í ymiskar bólkar og skulu millum annað arbeiða við marknaðarføring, video, miðlum, sponsorum, tiltøkum og fíggjarstýring.

Tey eru longu farin til verka. Fyrsta tiltakið er SAF CUP, sum ein futsal-kapping fyri gentur og dreingir.

Har er hugskotið er tað sama: Burtur frá skíggjanum, savnið vinirnar og spælið bólt saman.

Men SAF CUP er bara byrjanin tí ætlanin er eisini at fáa fyritøkur og onnur at lata upplivingar, sum fáa fólk at vera saman.

Tað kann vera alt frá at gera mat saman, venja saman og eta saman, fiska saman ella út í føroysku náttúruna. Upplivingarnar skulu síðani á uppboðsølu og peningurin fer til námsferðina.

– Hetta er fyrstu ferð, vit skipa fyri »ver saman« tiltaki, men vit vóna, at hetta kann gerast ein afturvendandi tiltak, har vit í eina vika á hvørjum ári, leggja dent á minni skerm og meira samveru, siga tey í 8. ÍA.

– Vit fara í øllum førum at royna. Og kanska kunnu vit fáa onnur við okkum eisini, leggja tey afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

4 tímar síðan

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09