Nú tað er ein løta síðani, at dómarin fyri síðstu ferð bríkslaði í UEFA Conference League dystinum í Klaksvík, eru teir í NSÍ leguni vónbrotnir. Tað endaði 2-2 ímóti sveisiska Lugano, og tað ber við sær, at leikluturin hjá NSÍ í Europa er av á hesum sinni. Lugano er samantaldur vinnari við 4-2, tí fyri einari viku síðani vann sveisiska liðið 2-0 á heimavølli.
-Vit eru vónbrotnir, tí vit ætlaðu okkum at vinna samantalt, og eftir 2-0 tap í nógvum hita á útivølli fyri einari viku síðani, roknaðu vit avgjørt við møguleikanum, staðfestir NSÍ veteranurin Viljormur Davidsen, ið er NSÍ spælarin við flestu altjóða royndunum.
-Vit kendu okkum av álvara hava fatur í rætta endanum, tá ið vit vóru frammanfyri 2-0, men so skoraðu teir tvey mál, og síðstu løtuna vísti sveisiska liðið seg at vera eitt gott lið. Men vit eru mitt í spennandi verkætlan, og nú halda vit fram í heimligu kappingini, har við eru væl fyri.
Liðið hjá Lugano er væl hægri styrkismett enn NSÍ, og sum tíðin leið, so sást tað, at sveisiska liðið er á eitt vet hægri stigi enn NSÍ. Men teir gulu og svørtu vóru púra óimponeraðir. Teir løgdu bragdliga fyri, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fingu áskoðararnir og teir á vøllinum uppaftur betri mót.
Aftur í kvøld var Sammy Skytte fremsti maður, og fleiri ferðir vísti hann góða bóltførleikan, tá ið hann við stóru kropsligu styrkini tamdi bóltin og fann viðspælarar frammarlaga á vøllinum.
Soleiðis var tað, tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið.
Og tá ið ein stórur tími var farin, varð tað uppaftur meiri spennandi, og aftur átti Petur Knudsen stóran leiklut. Petur Knudsen spældi eitt tvey við Jann J. Benjaminsen, áðrenn hann streyk til baklinjuna og spældi flatt inn fyri málið, har Marius Kryger Lindh var púra leysur, tá ið hann skoraði, og so var 2-0 til NSÍ og harvið samantalt 2-2.
Soleiðis var støðan í seks minuttir. Tá minkaði sveisiska liðið um málmunin til 2-1, og tíggju minuttir undan leikloki javnaðu gestirnir til 2-2.
Teir í NSÍ eiga at iðra seg um málini, sum teir fingu ímóti sær, tí í báðum førum var talan um, at bólturin við frísparki varð lagdur mitt innfyri málið, har hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum varð stýrdur í málið.
Síðstu 20 minuttirnar høvdu gestirnar leikliga yvirvág, men NSÍ liðið orkaði heilt væl at fylgja við, og tað tænir NSÍ til heiður, at tað eydnaðist at vinna føroyskum fótbólti eitt stig.
NSÍ er topplið í Meistaradeildini, og nú verður fult fokus á landskappingini, har teir gulu og svørtu eru FM favorittar. Næsti dysturin verður sunnudagin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Runavík.
Í annaðkvøld klokkan 19 fara Leco Poznan úr Póllandi og KÍ at spæla í UEFA Europa League á Tórsvølli. Leco Poznan vann fyrra dystin 1-0.