Ongi úrslit

Viljormur staðfestir stóra týdningin sum Petur hevur

Leygardagin fer Viljormur Davidsen, sum í dag vann FM fyri fyrstu ferð, at spæla í Meistaradeildini fyri 100. ferð

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

NSÍ er føroyameistari 2026. Hetta er onnur ferðin, at NSÍ er meistari. Fyrra ferðin var í 2007. Einasti spælarin, sum var við í 2007 og aftur við í dag, er Klæmint A. Olsen.

Ein annar veteranur á nýggja meistaraliðnum er Viljormur Davidsen. Hann var fyrstu ferð á NSÍ liðnum í 2012. Tá spældi hann tríggjar dystir, áðrenn hann fór av landinum at royna fótbóltseydnuna. Í 2023, 2024 og 2025 spældi hann við HB, og í vetur flutti hann aftur til barndómsfelagið.

Í dag var Viljormur Davidsen fyri 99. ferð í dysti í Meistaradeildini. Tá ið NSÍ leygardagin fer at taka ímóti FM steypinum og gullkrónunum á Svangaskarði fer Viljormur Davidsen fyri 100. ferð at spæla í Meistaradeildini.

Viljormur Davidsen fegnast um, at tað í dag endaði 1-1 á heimavølli ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 55 stig og er føroyameistari.

-Tað stóð nógv á eina løtu. Vit løgdu væl fyri og høvdu beinanvegin møguleika at skora. Í fyrra hálvleiki høvdu vit tak á spælinum, men tá ið HB eftir ein tíma legði seg á odda, høvdu teir havt takið fyrsta korterið eftir steðgin. So løgdu vit meiri fyri í álopspartinum, og sum so mangan fyrr í ár, so var tað Petur Knudsen, sum skoraði málið til 1-1, sum vísti seg at vera avgerandi, so vit eru meistarar, áðrenn vit fara út á Toftir, sigur Viljormur Davidsen.

Petur Knudsen sá lítla løtu undan leikloki gula kortið fyri aðru ferð. Tí verður hann leikbannaður leygardagin, tá ið NSÍ fer út á Toftir at taka ímóti FM steypinum. Í dag tapti B68 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur, og tað ber við sær, at tað er greitt, at B68 í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini.

-Petur Knudsen hevur nú skorað 13 mál. Hann er toppskjútti í deildini, og í fleiri dystum hevur hann síðstu løtuna skorað mál, ið hava borið stig við sær, sum telja nógv í roknskapinum, sum sigur, at vit eru føroyameistarar, sigur Viljormur Davidsen.

Við sannførandi 3-0 sigri á Tórsvølli ímóti B36 tryggjaði KÍ sær silvurmerkini.

Javnleikurin í dag ber við sær, at HB hevur tryggjað sær pláss í Europa, og tað er mest sum greitt, at HB fer at vinna bronsu.

Víkingur spældi málleysan javnleik ímóti EB/Streymi. Á pappírinum hevur Víkingur møguleika at røkka HB, sum er á triðja plássi. HB hevur 45 stig, og Víkingur hevur 42 stig. Málmunurin hjá HB er +14, og hjá Víkingi er hann +10.

Tað verður leygardagin, at tað verður greitt, hvør fer at flyta niður saman við B68. EB/Streymur, Skála ÍF, AB og 07 Vestur eru øll í vanda fyri at flyta niður.

 

Víkingur – EB/Streymur 0-0

 

NSÍ – HB 1-1 (0-0)

0-1: Ebiye 60.

1-1: Petur Knudsen 84.

 

Skála ÍF – AB 1-1 (0-1)

0-1: Sjúrður Henriksen 5.

1-1: Martin Johansen 87.

 

07 Vestur – B68 2-1 (1-1)

1-0: Edvin Jakobsen 35.

1-1: Karstin Clementsen 37.

2-1: Elvar Gudmundsson 60.

 

B36 – KÍ 0-3 (0-1)

0-1: Deni Pavlovic 21.

0-2: Filip Brattbakk 72.

0-3: Erlend Hustad 72.

 

NSÍ

26

16

7

3

51

28

55

KÍ

26

14

9

3

51

22

51

HB

26

13

6

7

46

32

45

Víkingur

26

10

12

4

38

28

42

B36

26

10

9

7

38

35

39

EB/Streymur

26

7

6

13

30

42

27

Skála ÍF

26

5

10

11

30

43

25

AB

26

7

4

15

33

47

25

07 Vestur

26

7

4

15

26

43

25

B68

16

5

5

15

27

50

20

27. umfar

Leygardagin 31. oktober

KÍ – Víkingur: kl. 15.00

B68 – NSÍ: kl. 15.00

EB/Streymur – Skála ÍF: kl. 15.00

HB – B36: kl. 15.00

AB – 07 Vestur: kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

17 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40