Ongi úrslit

Vinnan rópar varskó: Føroysku útbúgvingarnar samsvara ikki nóg væl við tørvin

Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur, at yrkisútbúgvingar og hægri útbúgvingar verða lagaðar betur at tørvinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

© Freisteinn G Jonsson / Unsplash
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Føroyska samfelagið hevur stóran og vaksandi tørv á yrkislærdari arbeiðsmegi, tøkniligum førleikum og fólki við hægri útbúgvingum, sum svara til tørvin hjá vinnuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar um, at fleiri størv kunnu gerast torfør at manna, og at menningarmøguleikarnir hjá bæði fyritøkum og samfelagnum kunnu verða skerdir, um útbúgvingarskipanin ikki verður lagað betur at samfelagstørvinum.

Felagið mælir til, at yrkisútbúgvingarnar verða styrktar, tí stórur tørvur er á fakfólki í fleiri vinnugreinum.

Vinnan skal takast við upp á ráð

Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya eiga eisini støðugt at stuðla undir vinnur og starvsøki, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið og framtíðar kappingarførið.

Sambært arbeiðsgevarafelagnum skulu útbúgvingarnar mennast í tøttum samstarvi við vinnuna. Innihaldið skal vera dagført, fakliga sterkt og fylgja menningini í vinnu, tøkni og samfelagi.

Felagið staðfestir, at útbúgving eisini er vinnupolitikkur og framtíðarpolitikkur.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41