Ongi úrslit

Vísindafólk stúra eftir eldum í Grønlandi

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Vísindafólk stúra eftir, at tveir náttúrueldar kyknaðu í Grønlandi innan eina viku, fyrr í hesum mánaðinum. Eldarnir vóru nær Sisimiut 14. og 15. juni og í Kujalleq sunnast í Grønlandi tann 17. juni.

Hóast eldarnir vóru smáir, siga granskarar, at tað er óvanligt, at slíkir eldar kykna longu mitt í juni. Hetta bendir á, at gróður og jørð vóru óvanliga turr orsakað av lítlari kavamongd, lítlum avfalli og hægri hita enn vanligt.

Stór øki fram við grønlendsku strondini eru ísfrí og kunnu gerast eldfim í turrum tíðarskeiðum. Serliga torvueldar vekja stúran, tí teir kunnu loysa stórar nøgdir av kolevni út í andrúmsloftið.

Sambært vísindafólkum er hetta enn eitt tekin um broytingarnar í Arktis, har hitin hækkar nógv skjótari enn heimsmiðal. Tey leggja tó dent á, at eingin einstakur eldur kann beinleiðis knýtast at veðurlagsbroytingum, men at tær umstøður, sum gera eldar meira sannlíkar, gerast alsamt vanligari.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Áheitan um innsavning til Nóa

5 tímar síðan

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32