Ongi úrslit

Vísindavøkan 2026: Granskarar fara á ferð kring Føroyar

Vísindavøkan vitjar fimm støð kring landið, áðrenn høvuðstiltakið verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn 25. september.

© Setrið.
Fyrsta ferðatiltakið verður á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 14. september klokkan 19.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Vísindavøkan verður í ár hildin fyri 19. ferð. Endamálið er at byggja brýr millum føroyskar granskarar og almenningin og at økja áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum.

Byrjað verður við Løkin

Fyrsta ferðatiltakið verður á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 14. september klokkan 19.

Síðani verður farið til Klaksvíkar Bókasavn 15. september, Sørvágs Bókasavn 16. september og Sands Bókasavn 17. september. Øll tiltøkini verða frá klokkan 19 til 21.

Seinasta ferðatiltakið verður í Miðlatúni í Vági mikukvøldið 23. september.

Høvuðstiltakið verður í Havn

Fríggjadagin 25. september klokkan 8.30 verður sjálv Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Vísindavøkan er sprottin úr evropeiska átakinum European Researchers’ Night, sum verður fyriskipað í býum kring alt Evropa. Her fáa bæði børn og vaksin høvi at hitta granskarar og hoyra um arbeiðið hjá teimum og týdningin, sum granskingin hevur fyri føroyska samfelagið.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30