Hvussu ætlar Landsstýrið at tryggja, at útlendingar við antidemokratiskum virðum ikki fáa ríkisborgararætt, ella varandi uppihaldsloyvi, í Føroyum?
Tað vil Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava at vita.
Tí spyr hann nú Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum um nøkur ætlan er um at kanna teir útlendingar, sum søkja um varandi uppihald og ríkisborgararætt her.
Men er eingin ætlan um tað, vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu hann so ætlar at tryggja at útlendingar, sum ikki virða okkara fólkaræði, og okkara virði, sleppa at verða verandi her.
Hermann Ronnason Samuelsen vísir á, at danska stjórnin arbeiðir við at seta í verk eina skipan í verk har teir útlendingar, sum søkja um at fáa danskan ríkisborgararætt, verða kannaðir fyri útsagnir og hugsanir, sum eru í stríð við fólkaræðislig virði.
– Endamálið er at tryggja, at fólk, sum fáa danskan ríkisborgararætt, virða tey grundleggjandi demokratisku virðini, sum danska samfelagið byggir á.
Løgtingsmaðurin sigur, at her fyri var tað frammi í Føroyum, at einir 2.000 útlendingar kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum í næstum.
– Tá ið ein alsamt størri partur av íbúgvunum í Føroyum hevur útlendskan uppruna, er viðkomandi at umrøða, hvussu vit tryggja, at grundleggjandi virðini, sum føroyska samfelagið byggir á, verða varðveitt og vird, sigur Hermann Ronnason Samuelsen