Ongi úrslit

Vit fáa ikki MobilePay í Føroyum enn á sinni

Áki Bertholdsen
27. mai kl. 13:30

 Í fleiri ár hava politikar fregnast eftir, nær eisini vit í Føroyum fáa MobilePay, sum er ein gjaldsskipan, sum ger tað munandi einfaldari og lættari at rinda.

Vit hava eisini fleiri ferðir frætt at nú er MobilePay á gáttuni - men so hendur ikki meiri.

Málið er reist fleiri ferðir í Løgtinginum, og nú hevur Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, reist málið eina ferð afturat. Í tí sambandi hevur hann spurt, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum,  hvussu gongur við málinum.

Og tað skilst á landsstýrismannninum, at hóast vit hava bíðað leingi, verður tað kortini ikki enn á sinni, at vit fáa MobilePay í Føroyum

Tað er eingin beinleiðis løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

Men hinvegin er tað ein óbeinleiðis løgfrøðilig forðing fyri, at MobilePay kann setast í verk í Føroyum.

Felagið, sum eigur MobilePay,Vipps MobilePay, er skrásett í Noregi, sum er eitt EFTA-land. Og sostatt kann felagið, á jøvnum føti við onnur, sum veita elektroniskar gjaldsloysnir, gera eina deild í Danmark.

Men henda ásetingin er ikki tikin við í gjaldslógina, sum er sett í gildi fyri Føroyar, tí Føroyar eru hvørki ES- ella EFTA-land.

Tí mugu veitarar av hesum slagi, sum hava deild í Danmark, søkja danska Fíggjareftirlitið um loyvi til at veita hesar tænasturnar í Føroyum.

Ábendingar eru um at hetta kann hava umsitingarligar og tøkniligar útreiðslur fyri veitararnar - og tað er ivasamt um teir yvirhøvur eru sinnaðir at átaka sær hesar útreiðslurnar fyri at koma inn á tann føroyska marknaðin.

Vinnumálaráðið hevur samband við Fíggjareftirlitið um at kanna, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

– Helst er tað neyðugt at broyta føroysku gjaldslógina fyri at loysa málið, sigur Jacob Vestergaard.

Og hann sigur, at nú verður kannað, hvussu hetta skal gerast, uttan at tað fær avleiðingar fyri tey vinnurekandi, sum frammanundan virka á hesum øki.

Hann sigur, at miðað verður eftir, at málið verður loyst í komandi tingári, sum byrjar á ólavsøku.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

23 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17