Ongi úrslit

Vit fingu eina flúgvandi byrjan- komu tvær ferðir runt um jørðina

Her eitt arbeiðspláss á rennibreytini í Havn. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Fyrsta ítrótta- og rørsluvikan kring landið er nú av, og fyrireikararnir staðfesta, at tey fingu eina flúgvandi byrjan

Málið var at koma nakrar ferðir kring føroysku strandarlinjuna, ið er 1.291.557 metrar long. Men nú alt er gjørt upp, komu vit heili 62 ferðir runt. Vit fluttu okkum nevniliga 81.018.307 metrar og tað er meira enn tvær ferðir jørðina runt, siga fyrireikararnir.

Á ítrótta- og rørsluviku hesaferð varð dentur serliga lagdur á at fáa arbeiðspláss við, og tí vóru  leiðarar eggjaðir til at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri starvsfólkini, har tey skuldu røra seg.

Her sæst úrslitið úr teimum ymsu plássunum kring landið

– Undirtøkan var ómetaliga góð og heili 165 arbeiðspláss vóru við, siga ÍSF, Heilsustýri og Heilsumálaráðið, sum skipaðu fyri.

Tey, sum vóru við, vóru alt frá skúlum, stovnum, kommunum og privatum fyritøkum, og fólk vóru virkin kring alt landið.

– Vit stórfegnast um, at so nógvir leiðarar og arbeiðspláss av álvara settu rørslu á dagskránna, siga fyrireikararnir.

Tilsamans hava 21.633 fólk skrásett rørslumetrar hesa vikuna, og hóast tað sjálvsagt eru fleiri, sum ganga aftur í skrásetingini, er hetta eitt sera stórt tal. Útslitið merkir, at í miðal hevur hvør føroyingur, flutt seg 1,5 kilometur í part.

Vit vita øll at tað er gagnligt at røra seg, men tað er ikki tað sama sum at vit gera tað, siga fyrireikararnir.

– Endamálið við vikuni var tí at varpa ljós á, at tað kann vera ómakaleyst og stuttligt at røra seg eitt sindur í gerandisdegnum.

Fyrireikararnir siga, at ætlanin er at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak.

– Hóast vit vita, at ein vika í rørslu ger mun í sjálvum sær, er tað stóra málið, at skapa ringar í vatninum, sum hava ávirkan alt árið, siga tey.

Tí verður tiltakið eisini ment so hvørt og tað stóra málið er, at rørsla skal verða ein púra natúrligur partur av gerandisdegnum hjá stórum og smáum.

– Vit hava fingið eina flúgvandi byrjan, og nú ræður um hjá øllum at halda fast og gera rørslu til ein fastan part av gerandisdegnum, sigur Marita Debess Magnussen aðalskrivari hjá ÍSF.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11