Ongi úrslit

Vit hava bíðað í nógv ár – og mugu nú bíða eitt sindur afturat

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 09:14

Tað hevur gingið striltið at seta skipan í verk, har ið vit sleppa av við allar tómar fløskur á einum stað.

Tað eru nógv ár síðan, at myndugleikarnir tosaðu um at fáa eina slíka skipan – og fyrr í ár varð sagt, at nú er alt klárt, og at nýggja pantskipanin skuldi koma í gildi í dag 1. september.

Men so kom kom aftur ein snávingarsteinur undan kavi, so vit mugu bíðað í eina tíð afturat.

Trupulleikin, sum nú hevur stungið seg upp, er spurningurin um mvg av tómum fløskum.

Eftir at hava kannað málið eru tey í Fíggjarmálaráðnum komin eftir, at tað er neyðugt at broyta mvg-lógina, so at fløskupant verður undantikið mvg, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Tað merkir, at ein lógarbroyting í mvg-lógini skal orðast, og hon skal samtykkjast í Løgtinginum, áðrenn nýggja pantskipanin verður sett í gildi.

Hvussu langa tíð tað fer at taka er óvist, men í minsta lagi nakrar vikur.

Tað er IRF, sum fer at umsita pantskipanina, og har eru tey til reiðar. Høllin, ið har tað, sum kemur inn av tómum fløskum, skal skiljast, er klár, og starvsfólk eru sett.

Mortan Olsen, leiðari fyri pantskipanina, sigur, at tey eru klár, so nú bíða tey bara eftir, at skipanin verður sett í gildi.

Men hann sigur, at hóast skipanin ikki er sett í gildi enn, ganga tey ikki fyri einki, tí tey brúka tíðina uppá at stilla maskinur og at royna tær fyri at sleppa undan so nógvum barnasjúkum sum gjørligt, tá ið skipanin verður sett í verk.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06