Ongi úrslit

Vit útflyta fyri nógv meiri enn vit innflyta

Áki Bertholdsen
27. mars kl. 13:55

Hesi seinastu 15 árini hava vit, sum heild, havt stór avlop á handilsjavnanum.

Tað merkir, at vit útflyta fyri nógv meiri enn vit innflyta fyri.

Búskaparráðið sigur, at nøkur heilt fá undantøk hava verið frá hesi regluni.

Men árið í fjør var ikki eitt av teimum árunum, tí í fjør var avlopið á handilsjavnanum 2,6 milliardir  og í 2024 var tað slakar tvær milliardir.

Og verður innflutningurin av skipum og øðrum stórum flutningstólum ikki verður tikin við, var avlopið í 2024 umleið tríggjar milliardir.

Innflutningurin var einar 700 milliónir størri í fjør enn hann var í 2024. Størsta økingin er í innflutninginum av djóra- og plantuoljum til framleiðslu av fiskafóðri, men innflutningsvirðið av skipum og matvøru eisini er vaksið nakað.

Samstundis er útflutningurin umleið 1,4 milliardir størri í fjør enn hann var í 2024, tað er ein vøkstur upp á 11 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

23 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17