Starvsfólk, ið eru knýtt at bæði søvnum og kommunalum felagsskapum, ið hava tilknýti til víkingatíð, vitjaðu í farnu viku í Eysturkommunu. Á vitjanini, ið er ein afturvendandi ráðstevna hjá felagsskapinum Destination Viking Association, fingu vit møguleika at vísa onkum av tí, ið er sermerkt fyri okkara kommunu.
Vitjanin gekk sera væl og enn tættari bond eru nú knýtt at søvnum og felagsskapum rundan um okkum, ið bæði kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp í arbeiðinum at menna okkara øki til eitt dygdargott ferðavinnumál, til gangs fyri bæði borgarar og ferðafólk.

