Ongi úrslit

Vitlíki gevur myndugleikum høvuðbrýggj: Klagur frá borgarum gerast longri og fløktari

Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at alsamt drúgvari og fløktari klagur leggja trýst á almennu fyrisitingina. Økt nýtsla av vitlíki kann vera ein orsøk.

© Aerps.com / Unsplash.
Vitlíki setur nýggj krøv til almennu fyrisitingina. Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, vísir á, at drúgvar og fløktar klagur kunnu seinka málsviðgerðini. Rætturin hjá borgarum til nøktandi svar skal tó framvegis tryggjast.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Klagur frá borgarum eru í størri mun enn áður vorðnar drúgvar og fløktar. Tær vísa ofta til føroyskar og útlendskar lógir, løgfrøðilig hugtøk og avgerðir hjá myndugleikum.

Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, hevur lagt hesa broytingina til merkis í 2026. Hon heldur, at økt nýtsla av vitlíki kann vera ein orsøk.

Í nýggjari grein vísir hon á, at slíkar klagur kunnu krevja nógva arbeiðsorku og seinka øðrum uppgávum hjá myndugleikunum.

Sama gongd í hinum Norðurlondunum

Hanna Vang hevur umrøtt gongdina við aðrar norðurlendskar umboðsmenn og fólk í føroysku fyrisitingini. Tey hava somuleiðis lagt merki til, at skriv frá borgarum gerast drúgvari og meira umfatandi.

Tá borgarar senda long skriv við nógvum lógarávísingum, kann tað vera trupult hjá myndugleikunum at fáa greiðu á, hvat klagan í veruleikanum snýr seg um.

Umboðsmaðurin mælir tí til, at myndugleikarnir meta um skrivini, tá tey verða móttikin, og biðja borgaran greiða nærri frá, um endamálið við klaguni er ógreitt.

Borgarar kunnu verða bidnir um keldur frá vitlíki

Ein týðandi partur av nýggju vegleiðingini snýr seg um at fáa greiðar upplýsingar um grundarlagið undir klagunum.

Myndugleikar kunnu biðja borgarar senda keldulistar, leinkjur og annað tilfar, sum klagan byggir á.

Hetta fevnir eisini um tilfar frá vitlíkisamboðum, um slík eru nýtt.

Endamálið er at sleppa undan, at starvsfólk brúka óneyðuga tíð til at leita eftir upplýsingum og kanna tilvísingar, sum møguliga ikki hava týdning fyri málið.

Longri klagur kunnu merkja longri bíðitíð

Hanna Vang vísir eisini á, at drúgvar klagur kunnu hava longri viðgerðartíð.

Myndugleikar kunnu kunna borgarar um hetta frammanundan og greiða frá, hvussu teir kunnu stytta viðgerðartíðina við at gera klaguna greiðari og nágreiniligari.

Samstundis kunnu myndugleikarnir bjóða oyðubløð, sum hjálpa borgarum at lýsa síni mál betur.

Teir kunnu tó ikki krevja, at borgarar brúka ávís oyðubløð ella samskiftishættir, uttan at heimild er fyri tí í lógini.

Myndugleikar skulu framvegis svara

Hóast klagurnar gerast drúgvari, sleppa myndugleikarnir ikki undan skylduni at viðgera tær.

Umboðsmaðurin staðfestir, at allar viðkomandi upplýsingar skulu kannast, og at borgarar skulu fáa nøktandi svar.

Myndugleikar kunnu tó lata vera við at kanna upplýsingar, sum greitt ikki hava týdning fyri málið.

Boðskapurin er greiður: Vitlíki kann gera klagur meira umfatandi, men myndugleikarnir skulu framvegis tryggja rættartrygdina hjá borgarunum og samstundis nýta arbeiðsorkuna skynsamt.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

6 tímar síðan

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27