Ongi úrslit

Vitlíki í Føroyum: 14 átøk skulu gera Føroyar til undangonguland

Ein nýggj vitlíkiseind, ein vitlíkisskúli og menning av føroyskari máltøkni eru millum 14 átøk, sum skulu fremja nýtsluna av vitlíki í Føroyum.

Føroyar hava sett sær stór mál á vitlíkisøkinum. Við 14 ítøkiligum átøkum skal tøknin gagna fólkinum, vinnuni og føroyska málinum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroyar skulu vera eitt undangonguland, tá ið ræður um at gagnnýta vitlíki. Ein heildarætlan fyri árini 2027–2030 fevnir um 14 ítøkilig átøk, sum skulu styrkja vælferðina, føroyska málið og kappingarførið hjá vinnuni.

Ein nýggj vitlíkiseind verður skipað á Gjaldstovuni. Eindin skal samskipa arbeiðið, veita ráðgeving og tryggja, at heildarætlanin verður sett í verk.

Samstundis skulu greiðar leiðreglur gerast fyri ábyrgdarfullari nýtslu av vitlíki, og kannast skal, um tørvur er á nýggjari lóggávu.

Vitlíkisskúli og føroysk máltøkni

Á Fróðskaparsetri Føroya verður ein vitlíkisskúli skipaður, sum skal geva fólki betri førleikar at skilja og brúka vitlíki.

Máltøknidepilin skal eisini styrkjast, og føroyskt máltilfar skal savnast og góðskutryggjast. Endamálið er at tryggja føroyska málinum góð lívskor í talgildu framtíðini.

– Vit skulu laga tøknina til okkara tørv og viðurskifti, gagnnýta møguleikarnar og samstundis verja tað, sum hevur týdning fyri okkum, stendur á heimasíðuni Vitliki.fo.

Vitlíki skal styrkja vinnuna og vælferðina

Í almennu fyrisitingini skal vitlíki millum annað roynast í sambandi við málsviðgerð og vaktarætlanir. Royndarverkætlanir skulu vísa, hvussu stórt gagnið er, og hvat loysnirnar kosta.

Føroyskar fyritøkur skulu fáa hjálp til at gagnnýta vitlíki, so tær kunnu økja um framleidnið, menna nýggjar loysnir og styrkja kappingarførið.

Eitt serstakt arbeiðsmarknaðarráð fyri vitlíki verður eisini sett á stovn. Harumframt skulu ætlanir gerast fyri nýtslu av vitlíki á skúla-, útbúgvingar-, almanna-, heilsu- og eldraøkinum.

Størri verkætlanir og varandi rakstur krevja tó serstakar avgerðir og fígging.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

20 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10