Týska stjórnin leggur nú upp til eitt umfatandi átak móti skattasviki, hvítvasking og ólógliga fingnum ognum. Ein nýggj 26-punkta ætlan fevnir um fleiri eftirlit, vitlíki, harðari revsing og víðkaðar heimildir at leggja hald á ognir.
Átakið kemur, samstundis sum almennu útreiðslurnar í Týsklandi væntandi verða umleið 4.140 milliardir krónur í 2027. Landið skal eftir ætlan taka umleið 1.492 milliardir krónur í nýggjari skuld.
Serfrøðingar meta, at skattasvik og onnur fíggjarlig brotsverk kosta týska samfelagnum millum 746 og 1.492 milliardir krónur um árið.
Vitlíki skal avdúka skattasvik
Ein felags miðstøð móti skatta- og fíggjarbrotsverkum skal stovnast undir tollmyndugleikunum. Ætlanin er at seta 1.500 nýggj starvsfólk til kanningar, greining og rættarsókn.
Ein serlig dátugreiningarmiðstøð skal nýta vitlíki til at kanna stórar dátunøgdir, avdúka fløkt feløg og finna strámenn.
– Eingin skal kunna kenna seg tryggan um, at hann ikki verður tikin, sigur týski fíggjarmálaráðharrin, Lars Klingbeil.
Porsche-bilar og Rolex-úr kunnu verða tikin
Hægsta revsingin fyri skipað skattasvik skal hækkast úr tíggju upp í 15 ára fongsul. Grovt skattasvik skal í minsta lagi revsast við einum ári í fongsli.
Tollmyndugleikarnir skulu eisini kunna leggja hald á ognir, sum illgruni er um, í 180 dagar. Síðan skal eigarin prógva, at ognirnar eru fingnar til vega á lógligan hátt.
Handil við kryptogjaldoyra skal kannast nærri. Frá 2028 skulu fyritøkur við meira enn 746.000 krónum í árligari sølu eisini nýta kassaskráseting.
Stjórnin væntar, at átakið fer at geva minst 7,5 milliardir krónur í eyka inntøkum í 2027.