Tjóðarroknskapurin fyri 2025 verður nú kunngjørdur og uppgerðin vísir, at reali búskaparvøksturin var størri í fjør enn hann var í 2024 - men hann er framvegis minni enn hann var í árinunum frá 2021 til 2023.
Bruttotjóðarúrtøkan, ella BTÚ, er eitt mát fyri virðisskapanina í einum landi. Tá BTÚ verður gjørd upp í føstum prísum, ber til at lýsa gongdina í framleiðsluni av vørum og tænastum, uttan at prísgongdin ávirkar samanberingina. Tað er tað tey kalla realur búskaparvøkstur, ella búskaparvøkstur í føstum prísum
Í føstum prísum var BTÚ 1,9 prosent størri í fjør enn í 2024. Í 2024 var vøksturin 0,8 prosent, og sostatt øktist reali búskaparvøksturin 1,1 prosentstig.
Árini 2021 til 2023 var vøksturin oman fyri trý prosent. Í 2023 var hann 3,4 prosent, áðrenn hann minkaði niður í 0,8 prosent í 2024.
Hóast vøksturin øktist aftur í 2025, var ferðin á búskapinum sostatt framvegis lægri enn hesi árini frammanundan.
Í fjør var búskaparvøksturin í Føroyum størri enn hann var í ES sum heild, tí í ES vaks hann 1,4 prosent
Av norðurlondunum hevði Danmark størsta vøksturin, tí hann var upp á 3,5 prosent. Í Svøríki var vøksturin 1,4 prosent, men bæði Ísland og Noreg høvdu ein vøkstur á 1,1 prosent. Í Finnlandi vaks búskapurin 0,8 prosent.
Sostatt var vøksturin í Føroyum lægri enn í Danmark, men hægri enn í hinum norðurlondunum í samanberingini.
Hagstovan sigur, at tilfeingisvinnan og tænastuvinnan góvu positiv ískoyti til vøksturin men ískoytið frá framleiðsluvinnuni var negativt.
Tilfeingisvinnan gav størsta positiva vakstrarískoytið í fjør, tað var 5,4 prosentstig. Tað var munandi størri enn í 2024, tá ískoytið var 1,2 prosentstig. Vakstrarískoytið frá tænastuvinnuni var 1,2 prosentstig í fjør.
Framleiðsluvinnan hevði hinvegin eitt negativt vakstrarískoyti í fjør upp á 3,9 prosentstig og í 2024 var talan um eitt negativt ískoyti upp á 2,6 prosentstig.
Samanlagt vaks bruttovirðisøkingin í føstum prísum 2,6 prosent í fjør. Tað er í vanligum prísum, tá ið príshækkingar eru tiknar við.
Í ársins prísum var BTÚ 29,5 milliardir krónur í fjør og í 2024 var tað 27,9 milliardir. Vøksturin var umleið 1.555 milliónir, ið svarar til 5,6 prosent. Í 2024 var vøksturin í ársins prísum 2,8 prosent. Fyri hvønn íbúgva var BTÚ í ársins prísum 539.000 krónur í fjør. Tað eru umleið 26.000 krónur meira enn í 2024, tá BTÚ fyri hvønn íbúgva var 513.000 krónur.