Wenzel sleppur at varðveita BMW-virksemið, sum felagið yvirtók frá Komfortbilum í september 2025. Afturfyri má bilasølan siga Volvo-umboðið frá sær.
Hetta er úrslitið av avgerðini, sum Kappingarráðið tók 16. oktober 2026.
Avgerðin kemur eftir drúgva málsviðgerð, har Kappingareftirlitið upprunaliga metti, at yvirtøkan fór at skaða kappingina so mikið, at hon átti at verða bannað.
Eingin Volvo-søla í trý ár
Fyri at fáa yvirtøkuna góðkenda hevur Wenzel bundið seg til at siga Volvo-søluumboðið frá sær.
Felagið hevur samstundis bundið seg til ikki at selja nýggjar ella brúktar Volvo-bilar í trý ár.
Wenzel kann tó halda fram sum Volvo-verkstað, til eitt annað verkstað hevur fingið neyðugu góðkenningina.
Avtalan um Volvo-verkstaðið skal sigast upp skjótast gjørligt og í seinasta lagi eitt ár eftir, at tilsøgnin er vorðin bindandi, uttan so at Kappingareftirlitið leingir freistina.
Kappingareftirlitið vildi steðga yvirtøkuni
Kappingareftirlitið metti upprunaliga, at yvirtøkan fór at skerja kappingina munandi, serliga á marknaðinum fyri dýrari bilmerki.
Eftirlitið metti, at færri sjálvstøðugir kappingarneytar kundu føra til hægri bilprísir og færri valmøguleikar hjá føroyskum bilkeyparum.
Kappingareftirlitið staðfesti eisini, at Wenzel longu hevði framt yvirtøkuna uttan kravdu góðkenningina.
Tí varð fyrst mælt til at banna yvirtøkuna og endurreisa kappingarstøðuna, sum hon var frammanundan.
Komfortbilar fóru á húsagang
Wenzel keypti í september 2025 stóran part av ognunum og virkseminum hjá Komfortbilum og NN Finans.
Keypið fevndi millum annað um bilar, eykalutir, útgerð og verkstaðsvirksemi.
Wenzel gjørdi eisini avtalu um at gerast BMW-verkstað og tryggjaði sær veitingar av nýggjum og brúktum BMW-bilum.
Komfortbilar fóru á húsagang 24. november 2025. Felagið hevði í 2024 eitt hall upp á 6,8 milliónir krónur og negativa eginogn upp á 3,7 milliónir krónur.
Nýggj avtala broytti støðuna
Vend kom í málið 15. oktober, tá Wenzel gav Kappingareftirlitinum endaliga tilsøgn um at sleppa Volvo-virkseminum.
Kappingareftirlitið metti, at tilsøgnin tók burtur tær kappingarligu forðingarnar fyri at góðkenna yvirtøkuna, og broytti tí sítt tilmæli.
Dagin eftir góðkendi Kappingarráðið yvirtøkuna við teimum treytum, sum Wenzel hevði bundið seg til.
Sostatt kann Wenzel halda fram við BMW-virkseminum, men má lata Volvo-umboðið frá sær.