Rokkbólkurin Wolfgang, sum var partur av føroysku rokkbylgjuni í nítiárunum, fer á pallin í Gulu smiðju í Runavík fríggjakvøldið 6. november klokkan 21.
Tað boðar Runavíkar kommuna frá.
Wolfgang gjørdi vart við seg á føroyska tónleikapallinum í nítiárunum, men bólkurin gavst fyrst í 00-árunum.
Limir í bólkinum hava síðani sett dám á tónleikin, millum annað við rokkbólkinum Týr.
Vinarlagið og samanhaldið millum limirnar hava tó hildið fram. Fyri stuttum gav Wolfgang sína fyrstu heildarútgávu út. Hon ber sama navn sum bólkurin.
Síðani hava teir spælt nakrar konsertir.
Konsertin verður partur av býarskáanum í Runavík. Talan verður um eina standikonsert, har lagt verður upp til harðan rokk.
Atgongumerki kosta 200 krónur, meðan ung undir 18 ár sleppa inn fyri 100 krónur.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar.
Økistónar hava stuðlað konsertini.