Ongi úrslit

Yvir 120 smittaði við norovirus umborð á ferðamannaskipi

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Meira enn 120 fólk umborð á ferðamannaskipinum Ruby Princess eru blivin smittaði við norovirus undir eini sigling. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP.

Skipið, sum júst hevur lokið eina 20 dagar langa ferð til Alaska og Kanada, legði at bryggju í San Francisco hósdagin.

Í alt eru 125 fólk vorðin sjúk, 102 ferðafólk og 23 starvsfólk.

Norovirus er ein sera smittsom magavirus, sum elvir til brádliga at man brádliga vil spýggja, og at man hevur leyst lív og magapínu.

Hjá teimum flestu varir sjúkan í eitt til trý døgn, men hon kann vera álvarslig hjá eldri fólki og fólki við veikari immunverju.

Útbrotið varð fráboðað amerikonsku heilsumyndugleikunum, Centers for Disease Control and Prevention (CDC), 28. juni. Myndugleikarnir og reiðaríið hava síðani sett í verk tiltøk sum isolatión av sjúkum og útbyttan av reingerð og sóttreinsan umborð.

Norovirus smittar lætt millum fólk, serliga gjøgnum tætt samband, dálkaðar yvirflatur og mat ella drekka.

Myndugleikar mæla til gjølla at vaska sær hendurnar við sápu og vatni, tí handspritt hevur avmarkaða ávirkan á virusið.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

14 tímar síðan

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17