Ongi úrslit

Yvir 160 bileigarar hava mist pláturnar upp á eina viku

Áki Bertholdsen
23. apríl kl. 08:49

Fyri eini góðari viku síðani, fekk løgreglan ein lista við navninum á heili 799 bileigarum á.

Hetta eru bileigarar, sum ikki høvdu goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár og tí skuldi løgreglan taka pláturnar av bilunum.

Og løgreglan er farin miðvíst til verka og í nátt hava 22 bileigarar í Havnini, Eysturoynni og aðrastaðni.

tilsamans hevur løgreglan tikið pláturnar av yvir 160 bilum hesa seinastu vikuna, og tey siga, at hetta verður lagið ta komandi tíðina til tey eru komin ígjøgnum listan.

Og støðan er so einføld sum tað, at hava bileigarar ikki kvittan upp á, at teir hava goldið, so at Akstovan strikar teir av listanum, verða pláturnar tiknar.

Løgreglan sigur, at tað er ikki altíð so lætt at finna bilarnar, tí teir standa dygst undir húsunum. Tað hendur seg eisini, at nummarplátur eru skrúvaðar, ella límaðar fastar - ella at bileigarar hava tikið tær inn.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

23 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17