Ongi úrslit

15 ár síðani álopið á Utøya og Oslo

Yvirgangsálopið skakaði allan heimin

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Í dag, 22. juli 2026, eru liðin 15 ár síðani yvirgangsálopini í Noregi, har 77 fólk lótu lív. Álopini 22. juli 2011 eru tey álvarsligastu í nýggjari norskari søgu.

Áðrenn skotálopið, sprongdi ein kraftig bilbumba í stjórnarfjórðinginum í Oslo. Átta fólk lótu lív, og stórur skaði stóðst av spreingingini.

Síðani fór gerningsmaðurin til Utøya, har AUF (Arbeidernes Ungdomsfylking), ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum, hevði sína árligu summarlegu.

Hann var í løgreglubúna og fekk atgongd til oynna. Har gekk hann runt á oynni og skeyt eftir teimum ungu luttakarunum, meðan nógv royndu at krógva seg ella sleppa undan.

Fleiri lupu á sjógv og royndu at svimja burtur frá oynni, men hann skeyt eisini eftir teimum. Skotálopið vardi í umleið 72 minuttir, og 69 fólk lótu lív á Utøya.

Gerningsmaðurin var Anders Behring Breivik. Hann hevði fyrireikað álopini í langa tíð og var drivin av høgravíðgongdari og andademokratiskari hugsjón.

Í 2012 varð hann dømdur til 21 ára forvaring, sum kann leingjast, um hann framvegis verður mettur at vera ein vandi fyri samfelagið.

Hvørt ár 22. juli verður minningardagur hildin í Noregi.

Minningarhald eru bæði í Oslo og á Utøya, har avvarðandi, yvirlivandi, politikarar og onnur savnast at minnast tey 77, sum lótu lív. 

Kransar og blómur verða løgd, røður hildnar, og eitt minuts tøgn verður hildin.

Dagurin er samstundis ein áminning um týdningin av fólkaræði, samhaldi og stríðnum móti víðgongd og yvirgangi.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00